— <b>Ávirki at brúka tá ið forritið verður byrjað frá stýriboðslinju</b>

<big>T</big>á byrjað verður við <tt>-v</tt> ella <tt>--version</tt> ávirkinum, verður núverandi útgáva av Kickshaw víst. <tt>-h</tt> og <tt>--help</tt> ávirkini tæna til at vísa eina lýsing av, hvussu man fær atgongd til henda ábendingargluggan, fylgd av einum lista av góðtiknum ávirkum. Kickshaw kann eisini byrjast við einari fíluleið til eina valmynd sum ávirki. Sum ein hjáárin ger hetta tað møguligt at lata upp valmyndarfílur við Kickshaw við at nýta samanhangandi valmyndina í fílustjórum.

— <b>Fílur skapaðar av Kickshaw</b>

<b>Varandi</b>

Kickshaw skapar sína egnu stillingarfílu við navninum <tt>.kickshawrc</tt>, sum er staðsett í heimamappuni hjá nýtaranum.

<b>Fyribils</b>

Fyri hvørja ritstjórnan sum verður gjørd, verður ein fíla til angrastakk skapað innaní <tt>/tmp/kickshaw.XXXXXX</tt> (X'irnar eru pláss fyri tilvildarligum bókstavum og tølum). Um forritið verður steðgað óvæntað, verður mappan eftir, men hetta eigur ikki at geva orsøk til órógv, tí hon inniheldur bert smáar fílur og vanliga verður hon sjálvvirkandi strikað í seinasta lagi við næstu endurbyrjan.

Kickshaw skapar eisini eina fílu við sjálvvirkandi goyming inni í heimamappuni við navninum <tt>.kickshaw_autosave</tt>. Hon verður endurnýggjað eftir hvørja ritstjórnan og strikað tá forritið verður latið aftur. Skuldi Kickshaw verið steðgað óregluliga, verður nýtarin spurdur við næstu byrjan av forritinum, um hann ynskir at endurheinta valmyndina frá fíluni við sjálvvirkandi goyming ella at fáa fíluna við sjálvvirkandi goyming strikaða.
