<big>K</big>ickshaw góðtekur hesi XML element og eginleikanøvn, eginleikavirði og innihald tengt við hesi element:

<tt><b>Element:</b>			<b>Eginleikanøvn:</b>
menu           		id, label, icon, execute
separator      		label
item           		label, icon
↳action        		name
 ↳prompt       		<i>ikki viðkomandi</i>
 ↳command      		<i>ikki viðkomandi</i>
 ↳startupnotify		<i>ikki viðkomandi</i>
  ↳enabled     		<i>ikki viðkomandi</i>
  ↳icon        		<i>ikki viðkomandi</i>
  ↳name        		<i>ikki viðkomandi</i>
  ↳wmclass     		<i>ikki viðkomandi</i>

					<b>Eginleikavirði:</b>
action         		Execute, Exit, Reconfigure,
               		Restart, SessionLogout

					<b>Innihald:</b>
enabled        		yes, no</tt>

Valmyndar-ID'ir, ið eru tómir streingir, eru gildugir, men eins og hvørt annað valmyndar-ID kunnu tey bert koma fyri einaferð í eini valmynd.

— — —

Hesar fylgjandi valmyndir eru líkar og báðar góðtiknar av Openbox og Kickshaw.

<tt><b>(1)</b> &lt;openbox_menu&gt;

      &lt;menu id="menu1" label="Menu1"&gt;
        &lt;item label="item"/&gt;
      &lt;/menu&gt;

      &lt;menu id="root-menu"&gt;
        &lt;menu id="menu1"/&gt;
      &lt;/menu&gt;

    &lt;/openbox_menu&gt;</tt>

<tt><b>(2)</b> &lt;openbox_menu&gt;

      &lt;menu id="root-menu"&gt;
        &lt;menu id="menu1" label="Menu1"&gt;
          &lt;item label="item"/&gt;
        &lt;/menu&gt;
      &lt;/menu&gt;

    &lt;/openbox_menu&gt;</tt>

Ein valmynd verður altíð víst inni í Kickshaw, sum hon fór at síggjast í Openbox, so tað seinna av hesum dømum er nærri einari WYSIWYG-tilgongdini. Baksíðan er, at fyri stórar valmyndir, kann hetta gera eina valmyndarfílu nakað ruglandi at síggja á. Av hesi orsøk, goymir Kickshaw altíð valmyndina í tí fyrra sniðnum sum standard (hetta kann broytast innan fyri kostirnar). Tá ið ein fíla verður goymd, nýtir forritið teigarar fyri innskjótingar sum standard, men tá ið fílan verður lisin, er tað óviðkomandi, um hesar innskjótingar vórðu gjørdar við spassium ella teigarum, eins og hvørt annað tómt rúm er óviðkomandi.

— — —

Ein valmynd kann innihalda mótsigandi eginleikar hjá valmynd, sum í hesum døminum:

<tt>&lt;openbox_menu&gt;

  &lt;menu id="menu1" label="outside" icon="out.jpg" execute="out" /&gt;

  &lt;menu id="root-menu"&gt;
    &lt;menu id="menu1" label="inside" icon="in.jpg" execute="in" /&gt;
  &lt;/menu&gt;

&lt;/openbox_menu&gt;</tt>

Í hesum førinum fylgir Kickshaw døminum hjá Openbox og vísir eginleikavirðið fyri icon frá innan rótarvalmyndina, meðan tað vísir eginleikavirðini fyri label og execute frá uttanfyri rótarvalmyndina.
